Brekumboðið minnir á, at viðurskiftini eiga at verða skipaði soleiðis, at eisini fólk, ið bera brek, hava møguleika at taka lut í fólkaræðinum.
Tá Føroya Løgting í 2009 samtykti Brekrættindasáttmálin hjá ST, bundu Føroyar seg til at tryggja, at fólk, ið bera brek, hava møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.
Demokrati merkir fólkaræði – og fólkaræði er fyri øll.
Kortini síggja vit, at luttøkan ofta verður tarnað, tí umstøðurnar ikki eru lagaðar soleiðis, at øll fáa luttikið á jøvnum føti.
Tí fer Brekumboðið at gera vart við, at sambært Brekrættindasáttmálanum hjá ST, hava myndugleikar og samfelagið sum heild skyldu at tryggja atkomu og luttøku, soleiðis at fólk, ið bera brek, fáa tikið lut í politiskum og almennum lívi á jøvnum føti við onnur. Hetta fevnir bæði um rættin at velja og at stilla upp.











