Útmeldingin kemur sama dag, sum Infantino hevur kreppufund við leiðsluna í Fifa í Rabat í Marokko.
Í einum lesarabrævi í enska miðlinum Daily Mail fer fyrrverandi stjørnuspælarin hjá Real Madrid og FC Barcelona hvassliga eftir Infantino.
– Eg kundi skrivað 10.000 orð um trupulleikarnar í Fifa, men loysnin krevur bara trý orð: Infantino má fara, skrivar Figo.
Fifa hevur verið fyri hørðum atfinningum seinastu dagarnar eftir eitt uppskot um at selja ein part av rættindunum til kappingarnar hjá Fifa til privatar íleggjarar.
Hóast uppskotið seinni varð tikið aftur, er ónøgdin ikki minkað.
Figo sparir heldur ikki upp á orðini.
– Eg spældi yrkisfótbólt í 20 ár, og trúgvið mær, eg havi møtt nógvum svikafullum fólkum. Men tað, eg havi sæð seinastu tíggju dagarnar, er tað mest vesæla, svikafulla og sjálvsøkna, eg nakrantíð havi verið vitni til, skrivar hann.
Hann leggur aftrat, at ein persónur, sum roynir at trýsta so stórar broytingar ígjøgnum fyri at ríka seg sjálvan og sínar vinir, ikki hevur nakra framtíð í altjóða fótbólti.
Fleiri fótbóltssambond hava seinastu dagarnar alment vent Infantino bakið.
Evropeiska Fótbóltssambandið, Uefa, sigur, at álitið á Fifa er horvið. Sambært Uefa livir Infantino ikki upp til lyftini um opinleika og gjøgnumskygni.
Eisini Fótbóltssamband Føroya (FSF) hevur boðað frá, at tað hevur mist álitið á Infantino, og bæði, danska, svenska og walisiska fótbóltssambandið hava tikið stuðulin til eitt møguligt afturval av honum aftur.
Í gjár skuldsetti eisini forsetin í jordanska fótbóltssambandinum Infantino og Fifa fyri at hava brúkt trýst og hóttanir undir heimsmeistarakappingini í summar.











