Tá løgreglan í gjár máldi ferðina millum fjarða og í Fuglafirði vóru fýra bilførarar tiknir fyri at koyra so mikið skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið. Tríggir koyrdu 106 og 107 km um tíman, meðan ein koyrdi 74 km um tíman innanbíggja. Tað gevur øllum klipp í koyrikortið umframt eina bót.
Seinnapartin í gjár vóruboð eftir løgregluni í miðbýnum í Havn, í Steinatúni, har fullir persónar máttu koyrast til hús. Talan var um fólk, sum leita sær tilhald inni á wc'num í Steinatúni. Sambært vaktleiðaranum hendir tað javnan, at løgreglan verður boðsend eftir fullum fólki har.
Hóast nógvar pisuveitslur vóru í gjár, og nógv ung fólk í góðum lag í býnum, so var einki mál fyri løgregluna av, sigur vaktleiðarin.











