Í kvøld, og komandi kvøldini, verður møguleiki at leita aftur í tíðina og í Gággudans.
Tiltakið verður lýst soleiðis:
Ein tónleikalig søgugongd í orðum og tónum.
Kom og víðka tær tónleilaliga sjónarringin í Sjónleikarahúsinum har upplestur, dansir, mynda-og ljóðbrot og leikir mynda tíðarskeiði, tá jazzbandstreingir grenjaðu í Havnar Klubba á fyrsta sinni í 1926, til seinasta goggudansin í 1976. Við skiftandi manning spældi Goggan til dans í samfull 50 ár. Undir krígnum bleiv Goggan fast húsorkestur í Sjónleikarahúsinum og tiltiknu goggudansirnir vóru á skránni hvørt sunnukvøld. Tey ið mannaðu Gogguna taldust millum fremstu tónleikarar í landinum og mong vóru tey ið øvundagu teimum fyri teirra góða dansitónleik og tónleikaligu dygdir. Av somu orsøk bleiv Goggan fyrimynd fyri fleiri dansiorkestur runt um í landinum, serliga í Klaksvík og á Tvøroyri.
Sjónleikarahúsið er karmur um rættan goggustemning har tú fært krás fyri eygu og oyru 4., 6. og 7.juni.
Dyrnar lata upp klokkan 19:30 og tiltakið byrjar klokkan 20.











