Óli Mittún hevur roynt at vunnið gull og silvur í bestu svensku hondbóltsdeildini við Sävehof. Nú er Óli bronsuvinnari við GOG í bestu donsku hondbóltsdeildini.
GOG vann eisini seinna bronsudystin móti Mors-Thy. Í Thy høllini vann GOG í kvøld 35-29 á Mors-Thy. Í steðginum var GOG á odda 15-13.
GOG vann fyrra bronsudystin á heimavølli 38-31 (19-17), og vann sostatt bronsuuppgerðina 2-0.
Óli skoraði í kvøld tvey mál upp á fýra málroyndir, men hann legði upp til heili átta mál (assist).
HER ber til frá TV2 at síggja ein stuttan samandrátt frá dystinum.
Óli hevur í 34 dystum lagt upp til 133 mál. Hann er nummar seks á yvirlitinum við flest assistum í deildini.
Klokkan 19.30 byrjar onnur finalan í Djurslands Bank Arena í Aarhus millum liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg Aarhus og Aalborg.
Jóhan og liðfelagarnir mugu vinna fyri at halda lív í meistarskapsvónini.











