Eingin álvarsom hending er skrivað í bøkurnar hjá løgregluni frá SummarFestivalinum í Klaksvík í nátt. Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini. Mesta arbeiðið hjá løgregluni hevur verið at finna bileigarar, hvørs bilar hava staðið ófantaliga parkeraði í Klaksvík.
Okkurt minni ferðsluóhapp hevur verið, og onkur ósemja var millum fólk, at løgreglan mátti leggja uppí, sum tó varð loyst við at senda ósamdu fólkini í hvør sína ætt.
Boð fóru eftir løgregluni eftir einum persóni í Klaksvík, sum varð funnin sovandi. Hann varð síðani hjálptur til samarittarnar, men so vildi hann ikki samstarva meira. Tá vóru boð eftir løgregluni, sum tó fekk tosað persónin til rættis.
– Lagið var gott, har vóru nógv fólk, men eingin álvarsom hending, sigur vaktleiðarin á politistøðini.











