Mentamálaráðið:
Á fundinum vóru eisini prósturin, Ovi Brim, og umboð fyri Stiftsumsitingina.
Landsstýrismaðurin í kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupurin er ráðgevi hansara í kirkjumálum.
Á fundinum greiddi biskupurin frá fólkakirkjuni og bygnaðinum í kirkjuni. Yvirskipað var eisini komið inn á nøkur aktuell mál og viðurskifti hjá fólkakirkjuni.
Biskupurin fegnaðist um, at nógv er fingið av skafti, og at samstarvið millum fólkakirkjuna og Mentamálaráðið er so gott. Millum annað fegnaðist biskupurin um nýggju kunngerðina um samsýningar til kirkjutænarar og hjálparfólk, sum er sett í gildi, og sum fær fullan virknað 1. januar 2027.
Biskupurin vísti landsstýrismanninum runt á Biskupsgarðinum. Landsstýrismaðurin gleðir seg til at halda fram við tí góða samstarvinum.
##med2##












