Ígjár vunnu føroysku U19-kvinnurnar - uttan útisetarnar - 5-0 (3-0) á A-landsliðnum hjá Grønlandi á Dungasandi í Sørvági.
– Vit fingu tað burturúr, sum vit vónaðu frammanundan. Fleiri leikarar fingu møguleikan at royna seg, og allar stóðu seg væl. Úrslitið hevði ikki tann stóra týdningin, men tað er sjálvandi altíð gott at vinna. Sum heild var hetta ein góður venjingardystur fyri okkum, sigur Sigtór Petersen, venjari við heimasíðuna hjá FSF.
Í Grønlandi stórfegnast tey um at teirra kvinnulandslið slapp at spæla hendan landsdystin móti føroyska U19-landsliðnum.
Facebooksíðan hjá grønlendska fótbóltssambandinum skrivar: - Vit hava spælt tann fyrsta veruliga landsdystin í fleiri ár. Landsliðsvenjarin Danny Jung sigur: - Vit vistu, at Føroyar eru eitt gott lið. Tær spæla dagliga á einum høgum støði, og so megnaðu vit at tapa heiðurliga 0-5. Bæði venjaratoymið og hópurin eru errin av avrikinum. Hetta er byrjanin upp á eina ferð at skapa eitt lið, ið kann geva gentum og kvinnum í Grønlandi okkurt at stremba eftir. Sigur Danny Jung.










