Regulera vit tað rætta? 30 ár við fiskidagaskipan

– Góð regulering rakar beinleiðis tað, sum skal stýrast. Í fiskivinnuni er tað veiðan. Kort­ini bygg­ir før­oyska fiskidagaskipanin á at regulera arbeiðsinnsats í staðin.

– Góð regulering rakar beinleiðis tað, sum skal stýrast. Í fiskivinnuni er tað veiðan. Kort­ini bygg­ir før­oyska fiskidagaskipanin á at regulera arbeiðsinnsats í staðin. Tað gev­ur skeiv insi­ta­ment, ger vaksandi effektivitet til ein trupulleika og ger tað truplari at røkka endamálinum við fisk­i­v­innustýring, sigur Hans Ellefsen, lektari og vara­dek­an­ur á Fróðskaparsetri Føroya

Tíðargrein úr Sosialinnu 7. august 2026:

 

Tað gev­ur skeiv insi­ta­ment, ger vaksandi effektivitet til ein trupulleika og ger tað truplari at røkka endamálinum við fisk­i­v­innustýring. Tað skrivar Hans Ellefsen, lektari og varadekanur á Fróðskaparsetir Føroya.

 

Í 1996 fóru Føroyar frá kvotu­skip­an til fiskidagaskipan fyri botn­fisk­i­skapin undir Før­oy­um. Skipanin varð lýst sum ein nýskapandi føroysk loysn. Eftir 30 ár er spurningurin, um hon hevur tænt Føroyum væl.

 

Fiskivinnan hevur eina serliga støðu í Føroyum. Hon snýr seg ikki bara um búskap og lívfrøði, men eisini um søgu, mentan og sam­leika. Tað sæst kanska ser­liga í kjakinum um útróðurin. Men henda serstøðan broytir ikki tey grundleggjandi málini fyri fiski­vinn­u­stýr­ing, sum eru, at vit ikki eiga at fiska meira, enn fiska­stovn­ar­nir tola, og at okkara fel­ags fisk­a­til­feingi eig­ur at verða gagn­nýtt so­leið­is, at tað, inna­n teir karm­ar, sum samfelagið setur, skap­ar størst møguligt virði fyri før­oyska samfelagið.

 

Vit kjakast sjáldan um, hvat enda­mál­ið við byggivinnuni, ali­vinnu ella aðrari vinnu er. Har taka vit sum givið, at vinnan skal skapa størst møguligt virði innan teir karm­ar, sum samfelagið setur. Hví skuldi tað verið øðrvísi í botn­fisk­i­skap­i­num undir Føroyum?

 

##med2##

 

Vit regulera ar­beiðs­inn­sats­in í staðin fyri veiðuna

 

Ein grundleggjandi meginregla í góð­ari regulering er, at reg­u­ler­ings­am­boð­ið eig­ur at raka bein­leiðis tað, sum samfelagið ynsk­ir at á­virka. Kortini regulera vit í botn­fisk­i­skap­i­num und­ir Før­oy­um ar­b­eiðs­inn­sats­in heldur enn veið­una. Tað er eitt óbeinleiðis og nógv meira torgreitt amboð.

 

Ímynda tær, at tað almenna skal byggja eitt nýtt sjúkrahús. Mynd­ug­leik­ar­nir seta krøv til úrs­lit­ið. Sjúkra­hús­ið skal lúka bygg­i­regl­ur­nar, hava tær funktiónir, sum eru neyð­ugar, og verða latið lið­ugt inn­an eina ávísa tíð og kostn­að. Sam­stund­is hava mynd­ug­leik­ar­nir fram­vegis ræðið. Teir áseta treyt­ir­nar, meðan byggi­fyri­tøkan finnur tann mest effektiva ar­beiðs­hátt­in, og hava eftirlit við, at ar­beiðið verður gjørt sambært av­taluni. Men tað almenna ger ikki av, hvussu arbeiðið verður skip­að, hvørjar maskinur skulu brúk­ast ella hvussu nógv fólk skulu arbeiða á byggiplássinum.

 

Tað hevði verið løgið, um mynd­ug­leikarnir í staðin søgdu: "Tit hava loyvi at arbeiða 100.000 ar­beiðs­tímar, men tit mugu ikki keypa størri kranar ella nýggja út­gerð, tí so gerast tit ov effektiv." Kort­ini er tað í stóran mun hetta prin­sipp­ið, sum fiskidagaskipanin byggir á.

 

Vit kunnu eisini ímynda okkum eitt ann­að dømi. Hugsa tær, at alt alk­o­hol í tax free-handlinum á flog­vøll­i­num er ókeypis, men mynd­ug­leik­ar­nir vilja avmarka, hvussu nógv hvør ferðandi kann taka við sær. Ein loysn er at siga, at hvør ferðandi kann taka eina fløsku av sterkum alkoholi, tríggj­ar vín­fløsk­ur og seks øl. Tað er ein bein­leið­is regulering av nøgdini, með­an handilin sjálvur kann skipa søluna, sum hann vil.

 

Hin loysnin er at geva hvørjum ferð­andi tveir minuttir inni í handl­i­num. Tá broytist atferðin bein­an­vegin. Ferðandi fara fyrst eftir teim­um dýrastu vørunum og royna at fáa mest møguligt við sær upp á ta stuttu tíðina. Um tey ger­ast skjótari yvir tíð, fáa tey meira við sær. Myndugleikarnir høvdu tí ver­ið noyddir at brúkt nógva orku upp á at stýra handlinum við al­skyns smálutum, eitt nú smølum gongd­um, minni hillaplássi og øðr­um, fyri at tryggja, at tveir min­uttir veruliga avmarkaðu, hvussu nógv varð tikið við.

 

Endamálið er tað sama: at av­marka, hvussu nógv verður tik­ið við, men í staðin fyri at reg­u­lera nøgdina verður ar­beiðs­inn­sats­urin reguleraður. Hetta er í grund­ini munurin á kvotum og fisk­i­døgum. Kvotur regulera bein­leiðis tað, sum samfelagið ynsk­ir at avmarka, veiðuna. Fisk­i­dag­a­skip­an­in roynir at røkka sama máli við at regulera arbeiðsinnsatsin.

 

Tað verður ofta sagt, at fisk­i­menn mugu góðtaka skipanina, um hon skal rigga. Tað er ein fyri­mun­ur. Men eins og í øðrum vinn­um eigur tað fyrst og fremst at vera end­a­málið við reguleringini, sum avger, hvussu hon verður snið­givin. Ikki bert, hvat vinnan sjálv vil hava.

 

Fyri tað um vit kundu havt kvot­ur undir Føroyum merkir sjálv­andi ikki, at fiskiskapurin ann­ars skal fara frítt fram. Mynd­ug­leik­ar­nir kunnu framvegis seta treyt­ir fyri, hvør sleppur at fiska, t.d. bert føroyingar, hava regl­ur um meskavídd og aðrar tekn­iskar reglur. Men sjálv av­mark­ing­in av fisk­i­skap­i­num eigur at raka bein­leiðis tað, sum vit vilja stýra: veið­una, heldur enn arbeiðsinnsatsin.

 

##med3##

 

Fiskidagaskipanin ger ef­fek­ti­vi­tet til ein trupul­leika

 

Allar reguleringsskipanir skapa in­sit­a­ment. Tá fiskidagurin er tað knappa tilfeingið, verður tað bú­skap­ar­liga skilagott at fáa mest møgu­ligt virði burtur úr hvørjum fiski­degi. Skip leggja seg tí eftir teim­um fisk­a­sløg­um og teim­um fiski­leið­um, sum geva størst virði, eins og í tax-free døminum.

 

Men júst hetta verður ein trup­ul­leiki í fiskidagaskipanini. Tá skip­ini gerast meira effektiv, hækk­ar veiðan fyri hvønn fiski­dag. Hóast skipanin setur av­mark­ing­ar á skip og útgerð, steðgar tøkn­i­liga menningin ikki. Nýggj út­gerð, tøknilig menning og betri ar­beiðs­hætt­ir gera, at skipini fáa meira fisk fyri hvønn fiskidag enn áður.

 

Í eini kvotuskipan vilja skip­ini eisini gerast meira eff­ek­tiv. Munurin er, hvat eff­ek­tiv­it­et­ur­in verður brúktur til. Und­ir fisk­i­dag­a­skip­anini gevur effektivisering størri veiðu og harvið størri um­setn­ing. Í eini kvotuskipan er veið­an longu avmarkað, so størri eff­ek­tiv­i­tet­ur kann ikki geva størri veiðu. Hann verður í stað­in brúktur til at minka um kostn­aðin, betra um góðskuna og skapa størri virði úr somu veiðu. Kvot­u­skip­anin flytur sostatt kapp­ing­ina frá at fiska meira til at fiska betri og bíligari.

 

Undir fiskidagaskipanini verð­ur vaksandi effektivitetur ein trup­ul­leiki, sum reguleringin má royna at avmarka. Í eini kvotu­skipan verður sami effektivitetur ein fyr­imunur, tí veiðan longu er av­mark­að.

 

##med4##

 

Fiskidagarnir hava nærum ongantíð verið bindandi

 

Ein reguleringsskipan hevur bert týdn­ing, um hon er bindandi. Tað hev­ur fiskidagaskipanin undir Før­oy­um nærum ongantíð verið.

 

Sambært tilmælum frá Hav­stov­uni so vórðu frá 1997 til 2025 bert í miðal 73 prosent av teimum út­lut­aðu fiskidøgunum í bólki 2–4 brúkt­ir. Síðan 2006 hevur einki ár ver­ið, har nýtslan er komin upp um 80 prosent. Hetta bendir á, at fiski­dag­ar­nir stóran part av tíðini ikki hava verið tann bindandi av­mark­ingin av fiskiskapinum.

 

Sagt verður, at vit nú nærkast, at fisk­i­dagarnir eru bindandi, men tað vórðu bert umleið 6000 av um­leið 9000 døgum fyri bólk 2-4 nýtt­ir í 2025. Og tá skipanin kemur und­ir trýst, hava vit eisini sæð, at fiski­dag­atal­ið kann verða tillagað av løg­ting­i­num. Í fjør varð til døm­is mett neyðugt at geva bólki 5B fleiri fiskidagar, tí dagarnir vóru uppi og í ár er aftur uppskot um tað. Fram til 2025 sigst, at einki skip varð noytt at gevast við fisk­i­skapi, tí fiskidagarnir vóru uppi. So tað hevur bert verið rakstr­ar­ligu treytirnar, sum avmarkaðu fiski­skapin.

 

Ofta hoyrist argumentið, at fiski­menn ikki fara til fiskiskap, tá tað ikki loysir seg, og at hetta tí ger fiski­dag­askipanina væleydnaða. Men tað er ikki eitt argument fyri fiski­dag­a­skipanini. Soleiðis virkar ein markn­að­ar­búskapur. Eingin vinnu­rek­andi framleiðir við vilja við und­ir­skoti, og fiskimenn fara held­ur ikki til fiskiskap, um teir vænta, at túrurin gevur und­ir­skot. Tað hevði eisini verið gald­andi undir fríum fiskiskapi. Fiska­prís­ir, oljuprísir, veður og onnur rakstr­ar­lig viðurskifti avgera altíð, nær tað loysir seg at fara til fiskiskap.

 

Men júst tí kann hetta ikki brúk­ast sum argument fyri fiski­dag­a­skipanini. Endamálið við fiski­vinn­u­stýring er ikki at tryggja, at fiskimenn bara fara til fiski­skap, tá tað loysir seg. Tað ger marknaðurin longu. Enda­málið er at seta eina bindandi av­mark­ing á samlaðu veiðuna, so fiska­stovn­ar­nir verða varðveittir og okkara fel­ags tilfeingi skapar størst møg­uligt virði fyri samfelagið.

 

Umsitingarætlanin riggar heldur ikki

 

Veikleikin í skipanini sæst eis­ini í umsitingarætlanini fyri botn­fiska­stovn­ar­nar, sum varð sett í verk í 2021.

 

Ætlanin byggir á, at fiski­dag­a­talið kann skerjast ella økjast við upp til fimm prosent um árið, alt eftir lívfrøðiligu støðuni (tó kann skerjingin undir serligum um­støð­um verða størri). Tað kundi givið mein­ing, um fiskidagarnir vóru tann bindandi avmarkingin av fiski­skapinum.

 

Men tá stórur partur av fiski­døg­unum kortini ikki verða brúkt­ir, hevur ein skerjing upp á fimm prosent lítið at siga í veru­leikanum. Tað svarar í stóran mun til at skera í luft. Skipini kunnu fram­vegis fiska allar teir dagar, tað loys­ir seg hjá teimum. Harvið miss­ir umsitingarætlanin sítt týdn­ing­ar­mesta amboð.

 

Tað eigur at fáa okkum at seta ein grundleggjandi spurn­ing: Er trupulleikin, at um­sit­ing­ar­ætlanin skerjir ov fáar fiski­dagar, ella at hon byggir á eitt regu­ler­ings­amboð, sum ikki rakar tað, vit ynskja at regulera?

 

Somu reiðarí hava ymisk úrslit

 

Munurin sæst eisini í føroyska flota­num. Umleið 80 prosent av virð­i­num í føroyskum fiskiskapi verð­ur í dag skapt undir kvotu­skipanum.

 

Í teimum fiskiskapum, sum verða reguleraðir við kvotum, hava føroysk reiðarí gjørt stórar íløg­ur í nýggj og sera effektiv skip. Før­oysku uppsjóvarskipini og flaka­trol­ar­arnir í Barentshavinum eru góð dømi um hetta.

 

Undir Føroyum er myndin ein onn­ur. Her hevur stórur partur av botn­fisk­i­flotanum í nógv ár havt veikan rakstur og ofta undirskot. Tað hevur givið lítið grundarlag fyri nýggj­um íløgum, og flotin er vorð­in gamal. Samstundis gera tekn­isku avmarkingarnar í fiski­dag­a­skip­anini tað truplari at endur­nýggja flotan.

 

Línuskipini verða ofta tikin fram sum undan­tak­ið. Skip­ini eru fram­veg­is gomul, men fleiri hava fing­ið frystilast og aðr­ar um­bygg­ing­ar. Men er tað kanska tí at meginparturin av fiski­skap­i­num hjá teimum fer fram und­ir kvotu­skipanum uttan fyri føroyskan sjógv?

 

Tað bendir á, at trupulleikin ikki eru før­leik­ar­nir hjá før­oysk­um reiðarum. Somu reiðarí hava longu prógvað, at tey eru til reið­ar at gera stórar íløgur og reka nakrar av heimsins mest eff­ek­tivu fiskiflotum, tá regu­ler­ing­in gevur teimum røttu in­sit­a­mentini. Spurningurin er tí ikki, um føroysk reiðarí megna at ný­skapa og effektivisera, men um reg­u­ler­ingin undir Føroyum gevur teim­um somu møguleikar.

 

Botn­fiskiskipini hava tó í løt­uni munandi betri rakstrarlig kor enn fyri fáum árum síðani. Høgu prís­ir­nir á serliga toski hava lyft inn­tøk­ur­nar, og nógv skip klára seg tí væl, men fiskastovnarnir hava tað ikki betri. Tvørturímóti eru fleiri av botnfiskastovnunum fram­vegis undir tí støði, sum verður mett lívfrøðiliga burðardygt.

 

Útblaking er ikki eitt argument móti kvotum

 

Eitt av sterkastu argumentunum móti kvotu­skip­a­num undir Før­oyum er vand­in fyri útblaking. Tað er ein ver­ulig avbjóðing, sum ein kvotu­skipan má taka hædd fyri.

 

Men vandin fyri útblaking kann ikki vera eitt argument fyri at lata vera við at regulera veiðuna bein­leið­is. Tað hevði svarað til at sagt, at vit ikki eiga at krevja skatt, tí summi kortini snýta í skatti. Loysn­in er ikki at gevast við at krevja skatt, men at hava gott eft­ir­lit og revsa skattasvik. Á sama hátt er loysnin ikki at lata vera við at regulera veiðuna, men at snið­geva eina skipan, sum bæði av­mark­ar veiðuna og handfer av­bjóð­ing­ar­nar við blandaðum fiski­skapi og útblaking.

 

Kjakið eigur heldur ikki bara at snúgva seg um kostnaðin av út­blaki­ng, men eisini um kostnaðin av ver­andi skipan. Botnfiskiflotin hev­ur í nógv ár havt veikan rakst­ur og fáar íløgur, samstundis sum fleiri botnfiskastovnar framvegis eru und­ir lívfrøðiliga burðardygga marki­num.

 

Føroyar eru í dag einsamallar í okk­ara parti av heiminum um at brúka fiskidagaskipan sum høv­uðs­am­boð í botnfiskiskapi. Nor­eg, Ísland, Bretland, Grønland og ES-lond regulera øll veiðuna við kvot­um, hóast tey eisini hava bland­aðan fiskiskap.

 

##med5##

 

Føroyar royndu ikki eina nútímans kvotuskipan

 

Ein onnur atfinning er, at Føroyar longu hava roynt kvotur. Tað er rætt, men skipanin frá 1994 til 1996 hevði fleiri grundleggjandi veikleik­ar. Kvoturnar vóru lítið fleks­i­blar, og skipanin var illa lag­að til blandaðan fiskiskap. Tí varð hon tikin av aftur eftir bert tveim­um árum.

 

Tað merkir kortini ikki, at allar kvotuskipanir eru óegnaðar undir Før­oy­um. Føroyski landgrunnurin er øðr­vísi enn onnur havøki, og ein føroysk kvotuskipan má tí snið­gevast til føroysku viðurskiftini.

 

Spurningurin er tí ikki, um vit skulu endurtaka skipanina frá 1994, men hvussu ein nútímans før­oysk kvotuskipan eigur at síggja út.

 

Niðurstøða

 

Fiskidagaskipanin varð løgd fram sum ein føroysk loysn, men var í veruleikanum eis­ini eitt kompromis millum fræls­an fiskiskap og regulering. Spurn­ing­ur­in er, um hetta kompromiið hev­ur tænt Føroyum væl tey síðstu 30 árini.

 

Vit hava framvegis botn­fiska­stovn­ar, sum hava tað trup­ult. Vit hava framvegis ein botn­fiska­flota við veikum lønsemi og av­mark­að­um møguleikum at endurnýggja seg, hóast marknaðarstøðan hev­ur verið góð seinastu árini. Sam­stund­is hava vit sæð, at fiski­dag­a­skip­anin hvørki regulerar veiðuna bein­leið­is ella gevur teimum sum fiska in­sit­ament, sum vit ynskja. Tá fiski­rík­i­dømið er ogn Føroya fólks, tapir alt samfelagið, tá okk­ara felags tilfeingi ikki verður gagn­nýtt á besta hátt.

 

Kanska er tann mest grund­leggj­andi spurningurin tí ikki, um vit skulu hava fiskidagar ella kvot­ur. Kanska er spurningurin, um vit regulera tað rætta. Góð regulering snýr seg um at seta greið mørk fyri úr­s­lit­i­num, ikki um at stýra ar­beiðs­hátt­inum.

 

– Góð regulering rakar beinleiðis tað, sum skal stýrast. Í fiskivinnuni er tað veiðan. Kort­ini bygg­ir før­oyska fiskidagaskipanin á at regulera arbeiðsinnsats í staðin. Tað gev­ur skeiv insi­ta­ment, ger vaksandi effektivitet til ein trupulleika og ger tað truplari at røkka endamálinum við fisk­i­v­innustýring, sigur Hans Ellefsen, lektari og vara­dek­an­ur á Fróðskaparsetri Føroya