Hægri játtan at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk

Margit Stórá, landsstýriskvinna: Tað er avgerandi fyri menningina og framtíðina hjá føroyska Sjúkrahúsverkinum at tryggja eina støðuga tilgongd av serútbúnum læknum og øðrum heilsustarvsfólki.

– Hetta er samstundis eitt stig á leiðini at røkka málinum í serlæknaætlanini, sum varð handað mær í summar, og í ætlanini at fyrireika Universitetssjúkrahús í Føroyum. Tí havi eg raðfest at játta fígging til hetta endamálið.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur avgjørt at játta 4 mió. kr. í 2025 til at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk. Hetta er ein øking á 1 mió. kr. í mun til játtanina í fjør.

 

Tað er eingin loyna, at trot er á serlæknum og serútbúnum heilsustarvsfólki í øllum londum um okkara leiðir. Og kappingin um hesi týdningarmiklu starvsfólk er stór. Í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at tað eru nógvir føroyingar, sum útbúgva seg á økinum, bæði læknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk.

 

Vit skulu gera tað møguligt og lokkandi hjá hesum fólkum at starvast í Føroyum. Ein fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið fær játtan at seta fleiri fólk í starv.

 

Ein onnur fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið framhaldandi verður ment, og er ført fyri at bjóða størv og umstøður, sum serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk spyrja eftir. Arbeitt verður í løtuni við fleiri mennandi átøkum innan Sjúkrahúsverkið.

 

Millum annað verður arbeitt við at fyrireika Universitetssjúkrahús í Føroyum, øll heilsugransking er savnað undir Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, og arbeitt verður framhaldandi við at fáa fleiri útbúgvingarstørv í Sjúkrahúsverkinum.

 

Tað ger mun at seta játtan av til endamálið

 

Síðani 2017 hevur serstøk játtan verið á fíggjarlógini at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk í størv í Sjúkrahúsverkinum, sokallaða “serlæknapuljan”.

 

Í hesum tíðarskeiðið eru serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk sett innan fleiri serøkir:

 

  •     Hjartasjúkur
  •     Barna- og ungdómspsykiatri
  •     Lungasjúkur
  •     Húðsjúkur
  •     Patologi
  •     Barnasjúkur
  •     Kvinnusjúkur
  •     Eygnasjúkur
  •     Sukur- og evnaskiftissjúkur
  •     Nýrasjúkur
  •     Maga- og tarmsjúkur