Seinnapartin klokkan 15 verður fimti og seinasti dysturin leiktur í 16. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum. Á Dungasandi í Sørvági hittast 07 Vestur og HB.
R3 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
15. mars vann HB 2-0 á 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali. Seinast 07 Vestur vann á HB var 25. juni í 2023. Í teimum seinastu 20 kappingardystunum hevur HB vunnið 16 ferðir á 07 Vestur. Tríggir dystir eru endaðir við javnleiki.
07 Vestur er nummar átta í deildini við 13 stigum. HB er nummar fimm við 21 stigum.
HB hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin á Dungasandi.
Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 4,75 og 5,75.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,80 og 4,33.
Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 1,43 og 1,56.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













