Hvørt reiðarí sær noyðist at meta um vandan

– Tað eru framvegis stórar trygdaravbjóðingar við at sigla gjøgnum Hormussundið, sigur Norges Rederiforbund

Stjórin fyri trygd og tilbúgving í Norges Rederiforbund, Audun Halvorsen, sigur, at støðan við Hormussundinum framvegis er ógreið.

 

Umleið 20 skip, sum hava tilknýti til Noreg, liggja framvegis í Persaraflógvanum og bíða eftir, hvat fer at henda við farleiðini.

 

Audun Halvorsen sigur, at tað er upp til hvørt einstakt reiðarí at gera sær sínar egnu metingar av vandanum og taka atlit til bæði manning og skip.

 

- Tað eru framvegis stórar trygdaravbjóðingar við at sigla gjøgnum Hormussundið, sigur Norges Rederiforbund við tíðindastovuna, NTB.