Tað er teimum væl unt.
Ímeðan kunnu vit onnur minnast aftur á, hvussu vit gera samansetingar við orðinum 'prógv'.
Skerpingin (t.v.s. -gv- í orðum so sum 'sjógvur' og 'prógv') dettur sum oftast burtur í samansettum orðum. Sjógvur+maður verður 'sjómaður'. Hinvegin verður prógv+tøka til 'próvtøka' og ikki 'prótøka'.
Tó er eitt undantak: Tá ið næsti liður byrjar við einum sjálvljóði ella h, so dettur -gv- ikki burtur. Tí eitur tað 'prógvhandan' og ikki 'próvhandan'.
Vit í Málráðnum ynskja øllum pisum til lukku við próvnum og blíðan byr framyvir!