Jarnbardur verður ikki tikin

Kappróður 6-mannafør kvinnur: Hóast starturin ikki var góður í dag, so hefti einki fyri

Tað gekk, sum tað gjørdi á norðoyastevnu, og tað gekk, sum tað hevur gjørt nógv teir flestu av róðrunum nógvu tey seinastu árini.

 

Tá ið 6-mannaførini við kvinnum kappaðust, var tað Jarnbardur, sum vann. Starturin var ikki so góður hjá Jarnbardi, sum hann plagar at vera. Páll Fangi og Hósvíkingur høvdu hug at spíska seg, men tað var skjótt, at Jarnbardur legði upp á síðuna av hesum báðum bátunum.

 

Skjótt stakk Jarnbardur seg framum hinar, og so øktist munurin stútt og støðugt. Tá ið bátarnir komu fram ímóti málinum, vóru tað meiri enn 14 sekund frá Jarnbardi og aftur til teir báðar næstu bátarnar.

 

Kappingin um næstfremsta plássið var heilt spennandi, men tað var Páll Fangi, sum akkurát var undan Hósvíkingi.

 

6 MF KVINNUR

 

Nr BátanavnTíðMunurStigKort
1 Jarnbardur (RK)04:15.31+00.007 
2 Páll Fangi (KRF)04:29.39+14.086 
3 Hósvíkingur (HVR)04:30.40+15.095 
4 Lómur (AR)04:44.06+28.754 
5 Sjóherji (TIND)04:52.35+37.04 

3

 

 

 

 

6 MF KVINNUR - STØÐAN Í FM

 

Nr BátanavnStigKort
1 Jarnbardur (RK)14 
2 Páll Fangi (KRF)12 
3 Hósvíkingur (HVR)10 
4 Lómur (AR)8 
5 Sjóherji (TIND)6