Nýggj ST-frágreiðing vísir, at juni var tann deyðiligasti mánaðurin fyri sivil í Ukraina í meira enn fýra ár. Nærum 300 fólk lótu lív í russiskum álopum

Juni var deyðiligasti mánaður fyri sivil í Ukraina í meira enn fýra ár

Tað vísir ein nýggj frágreiðing frá ST, sambært AFP.

Nýggj ST-frágreiðing vísir, at juni var tann deyðiligasti mánaðurin fyri sivil í Ukraina í meira enn fýra ár. Nærum 300 fólk lótu lív í russiskum álopum

Nærum 300 sivil lótu lív í juni, sum er hægsta mánaðartalið síðani fyrstu mánaðirnar av russisku innrásini í 2022.

 

Sambært ST kemst stóra talið serliga av teimum mongu russisku loftálopunum, sum ukrainska loftverjan hevur havt torført við at steðga.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur tí heitt á sameindu londini um meiri hjálp til loftverjuna.

 

Í gjar boðaði danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, frá, at Danmark saman við níggju øðrum londum fer undir at byggja upp eina felags evropeiska verju móti rakettálopum.

 

Nýggj ST-frágreiðing vísir, at juni var tann deyðiligasti mánaðurin fyri sivil í Ukraina í meira enn fýra ár. Nærum 300 fólk lótu lív í russiskum álopum