Kennir tú fuglarnar?

Smyril Mynd: Silas Olofson, - av heimasíðuni gransking.fo

Á Vísindavøkuni skipaði Granskingarráðið fyri eini spurnarkapping við heitinum Kennir tú fuglarnar? Svarini til teir 9 spurningarnir finnast í fuglatættunum, sum vóru vístir á Vísindavøkuni.

 

Silas Olofson hevur lagt myndir og filmsbrot afturat 11 av fuglatættunum, sum áður hava verið at hoyrt í KVF. Hesir tættirnir eru nú tøkir á Youtube 

 

Tað ber enn til at luttaka í kappingini her  

 

Freistin at svara er 22. oktober. Minst til at upplýsa navn og telefonnummar.

 

Vinningurin er bókaverkið Fuglar okkara eftir Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson, skrivar gransking.fo.     

 

Smyril Mynd: Silas Olofson, - av heimasíðuni gransking.fo