KÍ er ósigrað meistaralið

Nú verður skipað fyri familjutiltaki á Eiðinum, áðrenn spælararnir venda fokus ímóti steypafinaluni, sum verður fríggjakvøldið

KÍ er ósigrað meistaralið. Tað varð staðfest nú seinnapartin, tá ið meistararnir úr Klaksvík vunnu 4-2 á útivølli ímóti NSÍ. Eftir 27 umfør sigur talvan, at KÍ vann 23 dystir og at tað fýra ferðir endaði javnt. KÍ hevur 73 stig, og tað er næststørsta úrtøkan, sum FM heitið er vunnið við. KÍ eigur metið, sum varð sett í 2022, tá ið Mikkjal Thomassen og hansara menn vunnu FM við 77 stigum.

 

Víkingur og HB hava eisini vunnið FM við 73 stigum.

 

Gullkrónur og FM steyp eru handað í Runavík, har líkindini at spæla og fegnast ikki vóru so galin, hóast tað onkra løtu ælaði, og vindurin argaði eitt lítið sindur, men ikki so nógv at tað bilti.

 

Nú riggar KÍ ferðalagið seg til at fara norður til Klaksvíkar, har tað í KÍ hølunum verður móttøka fyri meistarunum – bæði kvinnum og monnum. Talan er um familjutiltak við kaffi og køkum og sunkist og onkrum afturvið til børnini og barnsligar sálir. Møguleiki er eisini við serligari bakgrund at taka myndir saman við spælarunum.

 

-Vit fegnast saman við hinum í KÍ leguni í kvøld, og í morgin fara vit undir fyrireikingarnar til steypafinaluna fríggjadagin ímóti Víkingi, sigur Jákup B. Andreasen liðformaður, áðrenn hann tekur ímóti FM steypinum.

 

-At vinna FM var dreymurin hjá okkum, tá ið vit í vetur fóru undir fyrireikingarnar til hetta kappingarárið. Í dag skiftu vit fleiri spælarar út, so at allir vera væl fyri  at spæla steypafinalu, og í morgin fari eg at hyggja eftir dystinum millum HB og Víking, sum vit jú hitta í finaluni fríggjakvøldið, sigur fegni KÍ venjarin Magnus Powell.

 

At tað ikki eydnast NSÍ at vinna í dag ber við sær, at tað vóru bronsukrónurnar, sum teir gulu og svørtu fingu handaðar.

 

-Tá ið vit so leingi lógu næstfremst, so sigur tað seg sjálvt, at vit eru harmir um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um silvurkrónurnar, men vit fara at reisa okkum, sigur Klæmint A. Olsen í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum. Klæmint A. Olsen var ikki á vøllinum í dag, tí hann er skaddur.

 

##med2##

 

NSÍ - KÍ 2-4 (1-3)

 

0-1: René Shaki Joensen

 

0-2: Jákup B. Andreasen

 

1-2: Aron Knudsen

 

1-3: Filip Brattbakk

 

1-4: Filip Brattbakk

 

2-4: Daniel Obbekjær

 

NSÍ: Kristian Joensen – Lars Markmanrud, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Jann J. Benjaminsen, Beinir Nolsøe, Emil Weihe Joensen, Michal Przybylski, Aron Knudsen –  Petur Knudsen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbakk

 

##med3##