Komandi felagið hjá Ísaki Vedelsbøl flutti niður

HØJ tapti báðar uppflytingardystirnar

Mynd: HØJ

Fyrst í hesum árinum boðaði, HØJ - sum tá var eitt lið í bestu donsku hondbóltsdeildini - frá, at tey høvdu gjørt sáttmála við 21 ára gamla føroyska landsliðsleikaran, Ísak Vedelsbøl.

 

197 cm stóri strikuleikarin, og sterki verjuleikarin fer tó ikki at spæla í bestu hondbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

HØJ tapti nevnliga báðar uppflytingarfinalurnar móti KIF Kolding úr næstbestu deildini, og má tí tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Ambisjónirnar stóðu ikki mát við ítróttarliga veruleikan. 

 

Fyrra dystin í Kolding tapti HØJ 29-33 (12-16). Og tað gekk ikki frægari í seinna dystinum á heimavølli, ið HØJ tapti 30-33 (14-15). 

 

Tí má Ísak spæla í næstbestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Fyrst í farna kappingarári var Pauli Jacobsen ein av trimum málverjum í HØJ, men honum var ikki víst nógv álit, hóast hann er landsliðsmálverji. Pauli fór fyrst eitt stutt skiftið til HC Keypmannahavn í næstbestu deildini. Aftaná EM-endaspælið endaði hann í Sandnes í bestu norsku deildini, og har var hann við til at bjarga plássinum hjá Sandnes í bestu norsku deildini. Pauli fer nú at spæla í bestu svensku deildini, har hann fer at verja málið hjá Skövde. 

 

Ísak Vedelsbøl hevur farnu tvey kappingarárini spælt við Sävehof - í bestu svensku deildini. 

 

 

 

Mynd: HØJ