Koyrdi út fyri treytaleysa víkiskyldu

Eitt lítið ferðsluóhapp var í Havn í gjár

Í gjár var eitt lítið ferðsluóhapp á vegamótinum Landavegur-Fríðrik Petersensgøta, veit vaktleiðarin hjá løgregluni at siga frá í morgun.

Talan var ikki um perónsskaða og um lítlan materiellan skaða. At koyra út fyri treytaleysa víkiskyldu kann í ringasta føri kostað einum bilførara koyrikortið.

Annars hevur náttin hjá løgregluni verið friðarliga, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.