Klokkan 17 verður fyrsti almenni dysturin leiktur í týskum hondbólti hetta kappingarárið.
Í SAF Garden høllini í München hittast meistaraliðið, Füchse Berlin við Hákuni West av Teigum á liðnum, og steypavinnararnir, THW Kiel við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu á liðnum.
THW Kiel hevur síðani fyrsta Super Cup dystin í 1994 verið stórsteypavinnari heilar 13 ferðir. Seinast var í 2023.
Füchse Berlin hevur bert verið steypavinnari á einum sinni, men tað var so í fjør.
Hákun og EIias hava sostatt báðir roynt at vunnið Super Cup á einum sinni. Og í dag vinnur annar teirra Super Cup á øðrum sinni.
Dysturin sæst á TV3 Sport, ið sæst á Televarpinum. Dysturin sæst eisini á Viaplay.
Her eru týsku stórsteypavinnararnir síðani 1994:
1994: SG Wallau-Massenheim
1995: THW Kiel
1996: SC Magdeburg
1997: TBV Lemgo
1998: THW Kiel
1999: TBV Lemgo
2000: SG Flensburg-Handewitt
2001: SC Magdeburg
2002: TBV Lemgo
2003: TBV Lemgo
2004: HSV Hamburg
2005: THW Kiel
2006: HSV Hamburg
2007: THW Kiel
2008: THW Kiel
2009: HSV Hamburg
2010: HSV Hamburg
2011: THW Kiel
2012: THW Kiel
2013: SG Flensburg-Handewitt
2014: THW Kiel
2015: THW Kiel
2016: Rhein-Neckar Löwen
2017: Rhein-Neckar Löwen
2018: Rhein-Neckar Löwen
2019: SG Flensburg-Handewitt
2020: THW Kiel
2021: THW Kiel
2022: THW Kiel
2023: THW Kiel
2024: Füchse Berlin