Klokkan 12 spælir føroyska fótbóltskvinnulandsliðið fyrsta landsdystin í 2026.
Talan er um ein venjingardyst á útivøll í Kýpros.
Tá liðini vóru í bólki saman í Nations League í 2023 vann Kýpros tvær ferðir 1-0 á Føroyum.
Kýpros hevur eina pinkalítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum móti Føroyum.
Oddsini upp á kýpriotiskan heimasigur liggja millum 2,20 og 2,39.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,25.
Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 2,70 og 3,00.
HER eru oddsini:
##med2##











