Lækni sum hevur virkað í Gaza vitjar í Føroyum

Mimi Syed kemur til Føroya. Hon fer at greiða frá ræðuleikunum hon sá, tá hon arbeiddi sum lækni í Gaza

Í tveimum umførum hevur Mimi Syed arbeitt sum lækni í Gaza, meðan stríðið hevur herjað.

 

Mimi Syed kemur til Føroya í morgin. Tað er felagsskapurin Samhugi við Palestina, sum skipar fyri vitjanini. Mimi Syed fer at halda røðu til samhuga tiltaki í ólavsøku, hetta verður í viðarlundini 28. juli klokkan 18.30. Eisini fer hon at halda fyrilestur í Finsen, 31. juli klokkan 19.

 

- Tað er neyðugt at føroyingar vita hvat gongur fyri seg í Gazageiranum.  Hetta eru ræðuleikar sum vit illa duga at ímynda okkum, siga tey úr felagsskapinum Samhugi við Palestina.

 

Í sendingini Breddin greiddi Mimi Syed frá, at hon hevur tikið ímóti 18 børnum, sum vóru skotin í høvdið. Hon sigur ísraelskir hermenn tilvitað skjóta Palestinsk børn í høvdið. Av hesum 18 børnum, eydnaðist at bjarga einum.

 

Eftir vitjanina í Føroyum, fer Mimi Syed aftur til Gaza. 

 

##med2##