Klokkan 16:30 í gjár fekk løgreglan boð um, at lastbilur við ov høgari last hevði tikið í bummarnar undir loftinum í nýggja Húsareynstunlinum.
Onkur skaði kom á tað, sum hongur undir loftinum.
Løgreglan sigur, at ein bilur má ikki hava hægri last enn so, at bilurin og lastin tilsaman sikki eru fýra metrar høg. Og er hon ikki tað, so kann ein slíkur bilur koyra gjøgnum tunlarnar.