Leif gevst eftir 35 ár - Gjaldstovan skal hava nýggjan stjóra

Eftir 35 ár á Gjaldstovuni fer Leif Abrahamsen 1. november frá sum stjóri. Tað hevur hann boðað Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, frá.

- Sum landsstýrismaður vil eg takka Leif fyri gott samstarv í míni tíð sum bæði landsstýrismaður og løgmaður. Tað eru fáir almennir stjórar, sum sita í sama sessi í fleiri áratíggju, og ber tað boð um tað álit, sum miðfyrisitingin og politiska skipanin hava havt á Leif. Við honum veit man, at tær uppgávur ella avbjóðingar, sum verða lagdar til Gjaldstovuna, verða loystar, og eiga hann og stovnurin sín stóran part í menningini av tí framkomna samfelagnum, sum vit eru í dag, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Sum 32 ára gamal tók Leif við sum stjóri á Gjaldstovuni í 1991. Talan gjørdist um ein elddóp, tí einans eitt ár seinni blivu Føroyar tveittar út í búskaparligt ódnarveður, tá bankarnir fóru á húsagang og landskassin varð tómur.

Hóast truplar tíðir megnaði Leif at stýra stovnin gjøgnum kreppuna við at seta í verk nýggjar skipanir og mannagongdir, so tað almenna bleiv effektivari at reka. Kjarnin í hesum var Búskaparskipan landsins, sum tryggjar, at tað altíð er yvirlit yvir almenna búskapin.

 

- At hugsa nýtt og effektivari, landi og fólki til frama, hevur verið eitt av eyðkennunum hjá Leif hesi árini vit hava arbeitt saman. Við hansara drúgvu royndum hevur hann altíð verið í hollur í ráðum, sigur Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum.

 

Leif Abrahamsen hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um frameftir at vera tøkur sum ráðgevi.

 

Gjaldstovan veitir í dag tænastur tvørtur um ráð, stovnar, kommunur, fyritøkur og borgarar. Umframt roknskapin, lønarumsiting og Búskaparskipan landsins, so hevur Gjaldstovan eisini tikið leiðsluna fyri Kt-landsins, Kt-trygd, Talgildu Føroyum, innkeypi og vitlíki.


- Nú leggi eg eina drúgva yrkisleið aftur um meg, og eg eri eg takksamur fyri tey mongu árini, har eg havi fingið álit at tæna og nýmótansgera føroyska samfelagið. Eg havi havt tann framíhjárætt at sæð, hvussu innsatsurin hjá Gjaldstovuni hevur ávirkað samfelagið, sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni.

 

Fíggjarmálaráðið fer í næstum at søkja eftir nýggjum stjóra til Gjaldstovuna.