Løgreglan tók tríggj­ar mans í sam­bandi við fót­bólts­dystin

Allir vóru føroyingar – og ein teirra skal framsetast í grundlógaravhoyring í dag


Løgreglan hevur havt úr at gera í sambandi við dystin millum HB og Brøndby í gjár, ið sum kunnugt endað við javnleiki 1-1. Men gestirnir uppførdu seg so hampuliga, at eingin teirra varð handtikin.

Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at gestirnir settu sín kulør á býin í gjár. Teir byrjaðu um 15 tíðina og hildu til í Glitnri og Irish Pub á Skálatrøð.

Klokkan 17:45 fóru tey í skrúðgongu av Skálatrøð og niðan í Gundadal. Løgreglan fylgdi teimum og steðgaði ferðsluni, so stóra gongan ótarnað kundi ganga eftir vegnum niðan. Tað gekk alt væl.

Tað gekk eisini væl undir sjálvum dystinum. Ein persónur varð burturvístur. Tað var ein dani, sum eftir øllum at døma ikki var Brøndby-fjeppari, og sum provokeraði við onkrum plaggi, sum argaði Brøndby-viðhaldsfólkið.

 

##med2##

Løgreglan hevði góða hjálp úr Danmark - frá Københavns Vestegns Politi, sum kennir til rokið, sum kann standast av júst Brøndby-viðhaldsfólki.

Meðan HB viðhaldsfólkini fóru skjótt avstað úr Gundadali eftir dystin, so tók tað eina løtu hjá dønum at koma avstað. Tey skuldu pakka saman fløgg og dreglar og hildu síðani leiðina oman í býin. Løgreglan fylgdi teimum, men helt seg tilpass í bakgrundini fyri ikki at provokera, sigur vaktleiðarin.

Tá skeinkistøðini stongdu klokkan 2 í nátt vóru onkrar tilspíðsaðar støður, har løgreglan kom í millum. Og tað var tá, at tríggir persónir fingu lógarinnar arm at merkja.

 

##med3##

Ein persónur, ein føroyingur, gav løgregluni longutong og spytti í andlitið á einum løgreglufólki og var ólátaður. Hann varð handtikin og skal framsetast í grundlógaravhoyring í dag.

Ein annar persónur vildi ikki upplýsa navnið, og varð tí tikin við á støðina. Tá umbestemmaði hann seg, segði navnið, og slapp síðani leysur aftur. 

Hjá einum triðja persóni, sum ikki vildi akta boð frá løgregluni, varð málið avgreitt á staðnum.

 

##med4##