Meirilutin av veljarunum vil hava at flokkurin eigur tingsessin

Ein nýggj kanning vísir, at helmingurin av dønum heldur, at eitt mandat eigur at hoyra til flokkin og ikki politikaran.

Síðani fólkatingsvalið týsdagin 24. mars eru tríggir nývaldir politikarar farnir úr flokkum sínum. Her er millum annað Emilie Schytte, sum leygardagin boðaði frá, at hon tekur seg úr Borgernes Parti. (Savnsmynd). - Mynd: Christian Lindgren/Ritzau Scanpix

Umboð á fólkatingi eigur tann valdi politikarin og ikki flokkurin. Men ein meiriluti av veljarunum heldur, at hetta eigur at verða broytt.

Tað vísir ein nýggj kanning frá granskingarstovninum Voxmeter, sum varð gjørd fyri Ritzau.

Her siga 50,4 prosent ja til, at grundlógin verður broytt, soleiðis at ein flokkur eigur mandatið í staðin fyri ein einstaklingur.

33,4 prosent siga nei, meðan 16,2 prosent siga seg ikki vita tað.

Kanningin varð gjørd nakrar dagar eftir, at tey bæði Cecilie Liv Hansen og Jacob Harris vóru koyrd úr ávikavist Liberal Alliance og Borgerners Parti.

Tey bæði halda fram sum leysgangarar.

Emilie Schytte hevur síðani boðað frá, at hon eisini tekur seg úr Borgernes Parti.

Sambært Troels Bøggild, lektara á Aarhus Universiteti og granskara í veljaraatferð, skal mátingin síggjast í ljósinum av nýggju tilburðunum.

– Tað eru nakrir flokkar, sum knappliga eru veikari, tí teir hava nøkur skitin mál, sum hava havt við sær, at teir hava verið noyddir at útihýsa fólki, sigur hann.

Men sambært lektaranum hevur mótstøðan helst eisini samband við, at floksfráflytarar og leysgangarar eru vorðin eitt meira útbreitt fyribrigdi seinastu árini.

Hóast helmingurin av veljarunum heldur, at reglurnar um ognarskapin til tingsessin skal broytast, so eru eisini fleiri fyrimunir við einum mandati, sum hoyrir til ein einstakling og ikki ein flokk.

– Tað verjir til dømis móti ovastu leiðslu í flokkunum, og tað er ein háttur at tryggja, at vanligir limir hava nakað av valdi yvir einum floksformanni, sigur Troels Bøggild.

Eftir at Cecilie Liv Hansen varð koyrd úr Liberal Alliance, hevur tað elvt til øsing, at hon varðveitir sítt sokallaða trífalda mandat, tí hon framvegis situr í bæði fólkatingi, býráði og økisráði.

Tey trý størvini tilsamans geva henni eina ársløn á knappar 1,7 milliónir krónur.

Spyrt tú veljararnar, so sigur ein meiriluti á 70 prosent, at tað eigur at vera bannað hjá einum politikara at hava eitt trífalt mandat. Tað vísir kanningin hjá Voxmeter.

19,2 prosent siga, at tað skal loyvast, meðan 10,8 prosent siga seg ikki vita.

Tølini vísa, at nakrir veljarar halda, at tað kann vera trupult at røkja trý størv samstundis, sigur Flemming Juul Christiansen, lektari á Deildini fyri Samfelagsvísindi og Vinnulív á RUC.

– Harafturímóti kanst tú siga, at tað eru nakrir veljarar, sum hava atkvøtt fyri hesum politikarum og kanska halda tað vera eitt gott hugskot, sigur hann og leggur afturat:

– Tað eru eisini nakrir fyrimunir við dupult- og trífaldum mandatum. Nógv av tí, sum er samtykt á Fólkatingi, skal setast í verk í kommununum, og á Christiansborg verða tí nøkur, sum veruliga hava royndir við tí.

 

/Ritzau/

 

Síðani fólkatingsvalið týsdagin 24. mars eru tríggir nývaldir politikarar farnir úr flokkum sínum. Her er millum annað Emilie Schytte, sum leygardagin boðaði frá, at hon tekur seg úr Borgernes Parti. (Savnsmynd). - Mynd: Christian Lindgren/Ritzau Scanpix