Norðurlendsk kokkakapping verður 22. august

Norðurlendska kokkakappingin fyri ungar kokkar, “Arctic Young Chef”, stytt AYC, verður hildin 22. august í ár

Tíðindaskriv:

 

AYC var hildin á fyrsta sinni í 2024. Eitt innleiðandi umfar verður hildið í londunum Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Norra. Vinnarin í hvørjum landi heldur fram til eitt finalu- umfar, at kappast ímótir vinnarunum úr hinum londunum.

 

Treytirnar fyri at luttaka eru, at tú stendur í læru sum kokkur ella hevur staðið sveinaroyndina fyri kokkar, men í mesta lagi ert 24 ár. Í mesta lagi 8 luttakarar sleppa at kappast í innleiðandi umfarinum í hvørjum landi.

 

Í kokkakappingini sjálvari verður dentur lagdur á:

 

  • Rávørur, ið eru ov lítið gagnnýttar
  • at samantvinna siðvenju og nýhugsan
  • haldføri og matspill
  • at menna rættir, ið kunna borðreiðast í t.d. skúlum og almennum køkum

 

Tilmelding og nærri kunning fæst á www.ayc.fo, skrivar fyrireikararnir, sum eru AYC Føroyar.

 

– Ivamál og spurningar kunna sendast til: andrasj(at)tsk.fo, sigur Andras S. Jacobsen, fyriskipari AYC Føroyar.