Spanskt ferðafólk er staðfest positivt við hantavirus

Eitt spanskt ferðafólk hevur eingi sjúkueyðkenni fyri hantavirus, men er testað positivt, upplýsir heilsumálaráðharrin.

Ferðamannaskipið MV "Hondius" við bryggju í Vági í 2024. Tað er umborð á hesum skipi, at fólk eru smittað við hantavirus. Skipið er nú á veg frá Tenerife til Hollands

Eitt spanskt ferðafólk, sum er í sóttarhaldi á hernaðarsjúkrahúsinum Gomez Ulla í Madrid, er testað positivt fyri hantavirus.

Tað boðar heilsumálaráðharrin í Spania, Monica Garcia, frá í einum uppslagi á X.

Heilsumálaráðið legði dent á í eini fráboðan, at fleiri kanningar verða gjørdar og at eitt endaligt úrslit verður klárt komandi tímarnar, skrivar tíðindastovan Reuters.

Tað eru fleiri enn 13 spanskir ríkisborgarar í sóttarhaldi á sama hernaðarsjúkrahúsi í spanska høvuðsstaðnum, og teir eru allir kannaðir negativir, upplýsir ráðið.

Positiva ferðafólkið hevur eingi sjúkueyðkenni fyri virusið og hevur tað gott, varð eisini upplýst.

Áðrenn fráboðanina um spanska ferðafólkið segði Heimsheilsustovnurin WHO, at tilsamans átta tilburðir vóru staðfestir í útbrotum, og tveir afturat vóru flokkaðir sum "sannlíkir". Tað skrivar AFP.

 

/Ritzau/

 

 

Ferðamannaskipið MV "Hondius" við bryggju í Vági í 2024. Tað er umborð á hesum skipi, at fólk eru smittað við hantavirus. Skipið er nú á veg frá Tenerife til Hollands