Norðurlond og Baltalond: Kunnu ikki líta á Putin

Ein friðaravtala í Ukraina krevur lyfti frá sameindum um at tryggja landið fyri nýggjum álopum, sigur samgongan

Ukrainskir hermenn venja nýggjar hermenn til kríggið móti Russlandi. (Arkivmynd). - Mynd: Sofía Gatilova

Næsta stigið í samráðingunum um at enda kríggið í Ukraina skal fevna um sjálvt Ukraina. Royndirnar hava víst, at ikki kann hava álit á russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Tað siga norðurlond og baltisku londini í felags yvirlýsing, sum dansak forsætismálaráðið hevur almannakunngjørt á sosiala miðlinum X.

- Bara Ukraina kann taka avgerðir viðvíkjandi framtíð síni. Ongar avgerðir um Ukraina uttan Ukraina, og ongar avgerðir um Evropa uttan Evropa, skriva londini í samgonguni Nordic-Baltic 8.

Í samgonguni eru Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Ísland, Estland, Lettland og Litava.

- Royndirnar hava víst, at Putin kanst tú ikki hava álit á. Í síðsta enda er tað ábyrgdin hjá Russlandi at fáa enda á sínum grovu brotum á altjóðarætt.

- Ágangurin hjá Russlandi og imperialistisku ambitiónirnar eru grundleggjandi orsøkin til hetta stríðið, skriva londini.

Yvirlýsingin varð almannakunngjørd dagin eftir, at Putin hevði fund við amerikanska forsetan, Donald Trump, á hernaðarstøð í amerikanska statinum Alaska.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, var ikki við á fundinum.

Trump og Putin tosaðu síðani um fundin á einum tíðindafundi. Sambært amerikanska forsetanum vóru teir samdir um nógv punkt, men hvørgin av forsetunum segði ítøkiliga, hvat teir komu til á fundinum.

- Vápnahvíld og trúverdar trygdarváttanir krevjast, um ein rættvísur og varandi friður skal fáast.

- Ein friðaravtala krevur fastar og ítøkiligar raðfestingar frá transatlantisku samstarvsfeløgunum at tryggja Ukraina móti øllum framtíðar álopum, skriva norðurevropeisku og baltisku londini.

Tey leggja dent á, at Russland ikki kann seta veto móti endaliga limaskapinum hjá Ukraina í ES ella verjusamgonguni hjá NATO.

Í fráboðanini heita londini eisini á Russland um beinanvegin at lata børn, sum eru rænd úr hersettum økjum í Ukraina, aftur til heimlandið. Ukrainskir krígsfangar og sivilfangar skulu eisini latast aftur.

Norðurlondini og Baltisku londini leggja dent á, at tey framhaldandi fara at senda vápn til Ukraina og "styrkja verjuna hjá Evropa fyri at forða fyri fleiri russiskum álopum".

Revsitiltøkini móti Russlandi halda eisini fram.

- So leingi Russland heldur fram við sínum mongu drápum, fara vit framhaldandi at økja revsitiltøk og almenn búskaparlig tiltøk fyri at leggja trýst á krígsbúskapin í Russlandi, skriva londini.

 

/Ritzau/

 

 

 

Ukrainskir hermenn venja nýggjar hermenn til kríggið móti Russlandi. (Arkivmynd). - Mynd: Sofía Gatilova