Niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte.

Nú er Mark Rutte einasta valevni til Nato-aðalskrivara

Nú Klaus Iohannis tekur seg aftur, er bara niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, eftir sum møguligur avloysari hjá Jens Stoltenberg í Nato.

 

Niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte.

Rumenski forsetin, Klaus Iohannis, tekur seg nú aftur sum møguligur avloysari hjá Nato-aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, tá hesin leggur frá sær til heystar.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag. 

 

Lagt verður aftrat, at tá Klaus Iohannis nú tekur seg aftur, er bara niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, eftir sum møguligur avloysari í Nato.

 

Mark Rutte hevur leingi verið umrøddur, sum maðurin, ið fór at taka við eftir Jens Stoltemberg.

 

Sjálvur hevur sitandi Nato-aðalskrivari eisini peikað á niðurlendska forsætisráðharran sum sín avloysara í verjusamgonguni, nú leiðaraskifti skjótt verður.

 

##med2##

 


 

 

Niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte.

Jens Stoltenberg og Mark Rutte - helst fráfarandi og komandi Nato-aðalskrivari.