Nvidia er nú heimsins mest verda felag í heiminum

Microsoft er ikki longur hemins mest verda felag. Nú er chipframleiðarin Nvidia nummar eitt.

Í 2024 er Nvidia-partabrævið sambært MarketWire hækkað umleið 165 prosent. (Arkivfoto). - Foto: Justin Sullivan/Ritzau Scanpix

Chiprisin Nvidia er farin fram um Microsoft og er nú heimsins mest verda børsskrásetta felag.

Í dag um hálvgum sjeytíðina stendur Nvidia-partabrævið til at hækka 3,4 prosent. Tað ger, at børsvirðið á felagnum fer upp á 3.332 milliardir dollarar.

Í topp-5 eru umframt Nvidia og Microsoft eisini Apple, Alphabet, sum eigur Google, og Amazon.

Í 2024 er Nvidia partabværið sambært MarketWire hækkað umleið 165 prosent. Harvið er felagsins virði hækkað við umleið 2.000 milliardum dollarum savarandi til slakar 13.900 milliardir krónur.

Danka Novo Nordisk er eisini á listanum yvir heimsins mest verdu feløg.

Heilivágsfelagið liggur í løtuni sum nummar 12 beint eftir amerikanska kappingarneytan Eli Lilly.

Novo Nordisk er mest verda felag í Evropa. Tað næsta evropiska felag á listanum er hollendska chipfelagið ASML, sum í dag er nummar 20.

Nvidia ger nógv av teimum mest brúktu mikrochips til at venja AI-modell við. Tí hevur hækkandi nýtsla av vitlíki gagnað amerikanska felagnum.

Í seinasta heila roknskaparári tjenti Nvidia slakar 30 milliardir dollarar svarandi til yvir 200 milliardir krónur. Tað var næstan sjey ferðir meira enn árið fyri.

Toppstjórin í felagnum, Jensen Huang, vísti á hækkandi altjóða eftirspurningin í sambandi við roknskapin.

Generativt vitlíki fór av álvara at taka dik á seg í fjør.

Vældámdi chatbot ChatGPT er dømi upp á generativt vitlíki, sum kann skapa nýtt innihald úr risa stórum mongdum av dátum.

ChatGPT kom á marknaðin síðst í 2022, og serliga í 2023 vóru tað aðrar líknandi tænastur brúktar av bæði virkjum og privatum.

Tað er tøknifelagið OpanAI, sum hevur ment ChatGPT. Síðani tað kom, hava aðrir tøknirisar gjørt líknandi tænastur. Millum annað er Google komið við Bard.

 

 

 

Í 2024 er Nvidia-partabrævið sambært MarketWire hækkað umleið 165 prosent. (Arkivfoto). - Foto: Justin Sullivan/Ritzau Scanpix