Nýggj krøv um vinnubrøv til fleiri arbeiðsmaskinur

Almanna- og bústaðamálaráðið hevur sent uppskot til nýggja kunngerð um vinnubrøv til ávís vinnutól til hoyringar.

Bilar á Truckerfestivalinum í Havn beint fyri ólavsøku

Endamálið er at dagføra reglurnar og økja um trygdina, tá arbeiðsmaskinur verða brúktar.

 

Sambært uppskotinum verða førleikakrøvini til kranar, gaffiltrukkar og gaffilstáplarar óbroytt, men krøvini til teleskoplessarar verða herd. Harumframt verður skotið upp, at tað frameftir verður kravt vinnubræv fyri at koyra terminaltrekkjarar og ávísar entreprenørmaskinur, sum til dømis gravimaskinur, hjóllastarar, bulldosarar, vegvalsur og størri dumparar.

 

Arbeiðsgevarar fáa eisini greiðari ábyrgd av at tryggja, at starvsfólk hava neyðuga upplæring og galdandi vinnubræv, har tað er kravt.

 

Uppskotið ásetur eisini, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka vinnubrøv aftur, um ein persónur vísir grovt ósketni, fremur álvarslig trygdarbrot ella ikki longur er heilsuliga skikkaður.

 

Nýggja kunngerðin skal avloysa kunngerðina frá 2011 um loyvisbrøv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól.

 

Hoyringsfreistin er 17. august klokkan 12.00, og uppskotið liggur til hoyringar á heimasíðuni hjá landsstýrinum.

 

##med2##

 

Bilar á Truckerfestivalinum í Havn beint fyri ólavsøku