Síðani 1. juli 2024 hevur verið krav, at vilt tú kalla teg ambulansuviðgeri, skalt tú hava eina galdandi autorisatión frá Sundhedsstyrelsen.
Sjúkrahúsverkið skrivar, at seinastu árini hevur verið arbeitt við at gera tað gjørligt at útbúgva seg sum ambulansuviðgera í Føroyum. Nú er komið á mál, og fyrstu lærlingarnir byrja í mars mánaði.
Fyri Sjúkraflutningstænastuna er tað ein varði á vegnum, at tað nú verður gjørligt at fáa lærlingar inn í eina struktureraða útbúgvingargongd í samstarvi við Rybners Tekniske Skole í Esbjerg. Undir útbúgvingini er lærlingurin í skúla í Rybner, og í praktikk á Sjúkraflutningtænastuni, og á Landssjúkrahúsinum. Útbúgvingin tekur fýra ár og ein mánað.
Fyri Sjúkrahúsverkið og Sjúkraflutningstænastuna er tað sera spennandi, at hendan útbúgvingin nú byrjar, og í longdini er tað eisini neyðugt.
Tann jaliga ávirkanin er týðilig. Tá roynd starvsfólk eru við sum upplæringar- og praktikkvegleiðarar, stuðlar tað eisini teirra egnu fakligu menning og vitanardeiling millum starvsfelagar.
At útbúgva starvsfólk frá grundini gevur eisini eina sterka festing, sum er serliga virðismikil í einum geira við stórum eftirspurningi á kønum starvsfólki.
Yvirskipað fer útbúgvingin og upptøkan av lærlingum bæði at tryggja, at autorisatiónskrøvini vera hildin, umframt at stuðla einari haldbarari menning av okkara sjúkraflutningstænastu.
Er tú áhugað/ur at koma í læru sum ambulansuviðgeri á Sjúkraflutningstænastuni, ella vil vita meira um útbúgvingargongdina, kanst tú lesa meira á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum her.











