Ovastin fyri iransku Basij-deildini fyribeindur

Basij-deildin er ein hernaðaraligur partur av iransku kollveltingarhirðuni, sum er kend fyri harðrenda framferð

Gholamreza Soleimani varð dripin í einum loftálopi í Shiraz í Iran

Ísraelski herurin (IDF) sigur í einum boðum fyrrapartin í dag, at herurin hevur beint fyri kommandørinum hjá iransku herdeildini, Basij. 

 

Generalurin, Gholamreza Soleimani, hevur verið ovasti fyri Basij-deildini síðan 2019.

 

Basij-deildin er ein hernaðaraligur partur av iransku kollveltingarhirðuni, sum er kend fyri harðrenda framferð - eisini móti fólki, sum seta seg upp ímóti landsins stýri.

 

Ísraelski herurin sigur, at Gholamreza Soleimani varð dripin í einum loftálopi í Shiraz í Iran mánakvøldið, har ovastin læt lív.

 

 

Gholamreza Soleimani varð dripin í einum loftálopi í Shiraz í Iran