Tað sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá Føroya Politi, í samrøðu við Kringvarp Føroya.
Útmeldingin kemur í kjalarvørrinum á málinum í Danmark, har tríggir tannáringar – tveir 16 ára gamlir og ein 15 ára gamal – eru ákærdir fyri at hava ætlað eitt yvirgangsálop á ein skúla í Jútlandi.
Sambært Kára Jacobsen vísir málið, hvussu sosialir miðlar og netbólkar kunnu verða brúktir til at ávirka og radikalisera ung.
– Ung eru serliga viðkvom fyri ávirkan, og tí er umráðandi at hava ans eftir, hvørjum umhvørvum tey luttaka í á netinum, sigur hann við KVF.
Hann vísir á, at føroysk ung brúka somu talgildu pallar sum ung í øðrum londum, og tí eru Føroyar ikki avbyrgdar frá hesum slag av ávirkan.
Kortini leggur kanningarleiðarin dent á, at hóttanin um yvirgang móti Føroyum sum heild framvegis verður mett at vera sera lág.











