SF: Meistarliga Lena spælir í Tjaldinum

Populera songkvinnan framførir á Summar Festivalinum um vikuskiftið.

Lena Anderssen hevur í meira enn 25 ár myndað føroyska tónleikapallin við framúr sangum og framførslum.

 

Lena Anderssen hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir.

 

Saman við manninum Niclasi Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið hevur givið okkum fleiri poppútgávur á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu.

 

Lena Anderssen er nú farin at geva sangir út á føroyskum máli, og sangirnir hava verið sera væl móttiknir.

 

Lena Anderssen spælir saman við bólki á Summar Festivalinum um vikuskiftið. Konsertin verður í Tjaldinum fríggjakvøldið kl. 20.

 

##med2##