Russland og Ukraina leypa á hvørt annað

Í gjárkvøldið og í nátt eru sivilfólk í Ukraina løstað í russiskum álopum, og í Moskva er trý fólk deyð og onnur eru særd í ukrainskum álopum

Tíðliga í nátt vistu útlendskir miðlar at siga, at fleiri fólk vórðu særd í einum russiskum dronuálopi á ukrainsku Zaporizjzja-regiónina sunnukvøldið.

 

Tað er guvernørurin í ukrainsku regiónini, Ivan Fedorov, sum skrivar um russiska álopið á boðtænastuni, Telegram.

 

Hann sigur, at millum tey løstaðu í álopinum er ein 15 ára gamal drongur.

 

Fleiri íbúðarbygningar eru raktir í russiska álopinum, og eitt sjúkrahús fekk eisini skaðar, har eitt nú vindeygu vórðu blást út, veit Ivan Fedorov at siga.

 

Seinni í nátt visti tíðindastovan AFP at siga, at trý fólk eru dripin og fimm eru særd í einum dronuálopi á russiska høvuðsstaðin, Moskva.

 

- Álopið á Moskva kemur samstundis, sum Ukraina herðir álopini inni í Russlandi.

 

Guvernørurin í Moskva-regiónini, Andrej Vorobjov, sigur, at í bygdini Pionerskij í Istra, nærindis Moskva, vórðu trý fólk dripin og trý særd, tá ein drona varð skotin niður.

 

Og hetta skrivar russiski guvernørurin á Telegram.

 

Andrej Vorobjov leggur aftrat, at tvey onnur fólk eisini vórðu særd í einum øðrum parti av regiónini í ukrainskum álopum í nátt.