Samlaða eftir­lønar­upp­spar­ingin 13,2 mia krónur

Privata eftirlønaruppsparingin í føroyskum pensjónsfeløgum ella bankum, var í 2023 nærum 10,1 mia. kr.

Harafturat áttu føroyingar privatar eftirlønaruppsparingar í donskum pensjónsfeløgum fyri nærum 3,1 mia. kr. í 2023.

 

Privata eftirlønaruppsparingin í føroyskum pensjónsfeløgum ella bankum, var nærum 10,1 mia. kr. í 2023, sí  mynd 1. Føroyingar eiga eisini eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum á 3,1 mia. kr.

 

Av eftirlønaruppsparingini í Føroyum eru góðar 6,4 mia. kr. forskattaðar og 3,6 mia. kr. skulu skattast við útgjald. Eftirlønaruppsparingin í Danmark á 3,1 mia. kr. skal skattast við útgjald. Tað vil siga at umleið helvtin av eftirlønaruppsparingini er forskattað.

 

Samlaða eftirlønaruppsparingin vaks ikki í 2022 samanborið við 2021 orsakað av kursfalli í 2022, sí mynd 1. Privata eftirlønaruppsparingin svaraði til 49% av BTÚ í 2023.

 

Mynd 1 Privat eftirlønaruppsparing í Føroyum

 

##med2##

 

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.