SF: Herborg tekur allar teir kendu

Herborg Torkilsdóttir, sum hevur toppað á hittlista í Danmark, spælir á Summar Festivalinum um vikuskiftið

Herborg Torkilsdóttir er væl umtókt og væl kend millum føroyingar, men í ár hevur hon eisini fingið gjøgnumbrot í Danmark og hevur verið ovast á kenda Dansktoppen. Hetta er óført frambrot hjá songkvinnuni, sum hevur givið fleiri sangir út á donskum máli.

 

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.

 

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið hitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Náttin var okay«, »Sveipa til vinstru«, »Runt allar Føroyar« og aðrir.

 

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.

 

Á Summar Festivalinum um vikuskiftið hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við Rakul Petersen, og tær spæla allar teir kendu sangirnar.

 

Herborg Torkilsdóttir spælir á Torginum á midnátt fríggjakvøldið.

 

##med2##