Vil hava svar um ó­mann­aða sjúkra­flutnings­støð í Vágum

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil nú hava landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Eyðdis Hartman Niclasen, at greiða frá, hvussu støðan er við sjúkraflutninginum í Vágum.

Í einum skrivligum fyrispurningi spyr hann, hvussu ofta seinasta árið sjúkraflutningsdepilin, støð 30 í Miðvági, hevur verið uttan manning ella uttan tøka sjúkraflutningsvakt. Hann vil eisini hava at vita, hvørjar orsøkir eru til, at depilin sambært upplýsingum stundum stendur ómannaður. 

 

Jóhannis Joensen spyr harumframt, um landsstýriskvinnan metir, at tilbúgvingin í Vágum lýkur tey trygdarkrøv, sum eiga at galda fyri eitt øki við meira enn 3.000 íbúgvum og altjóða flogvølli. Eisini vil hann hava at vita, hvørji átøk verða sett í verk fyri at tryggja eina støðuga sjúkraflutningstænastu, og hvørjar ætlanir eru um at útbúgva og seta fleiri sjúkraflutningsfólk, eisini í Vágum. 

 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir hann á, at sjúkraflutningur er ein grundleggjandi partur av føroysku tilbúgvingini, og at borgarar kring landið eiga at hava skjóta atgongd til eina trygga og væl mannaða tænastu. Hann sigur eisini, at ein stórur vandi liggur í at miðsavna virksemið. 

 

Sambært teimum upplýsingum, sum løgtingsmaðurin hevur fingið, kemur tað fyri, at sjúkraflutningsdepilin í Miðvági stendur ómannaður, og at eingin sjúkraflutningsvakt er tøk í Vágum. Er tað rætt, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri tilbúgvingina í einum øki við fleiri enn 3.000 íbúgvum og við Vága Floghavn, har fleiri túsund ferðafólk ferðast hvønn dag, skrivar hann.