SF: Marius DC er kreativur og hvassur

Aktuelli rapparin spælir á Summar Festivalinum um vikuskiftið

Hann er ein av stóru profilunum á føroyska tónleikapallinum. Rapparin Marius DC hevur við fleiri útgávum og nógvum konsertum heima og burturi staðfest seg sum kreativan sangskrivara og framúr framførara.

 

Seks ár eru liðin, síðani Marius DC var kosin besta nýggja navn á FMA tiltakinum, og síðani hevur hann støðugt verið í eldinum. Nú er Marius DC aktuellur við EP-útgávuni The MZA EP Vol II. 

 

Marius DC rappar um eksistentialismu, hjartasorg og klassiskt hiphop reyp, alt lýst úr sjónarhorninum hjá einum ungum manni, ið veksur upp í Føroyum.

 

Seinastu fýra árini hevur Marius DC arbeitt á móðurmálinum, men á nýggju EP'ini rappar hann aftur á enskum.

 

Marius DC hevur á konsertum bæði heima og úti víst seg sum ein av teimum hvassastu live-bólkunum í Norðuratlantshavi.

 

Leygarkvøldið klokkan 02:45 hevur Marius DC konsert í Tjaldinum á Summar Festivalinum.

 

##med2##