Ígjár tryggjaði 07 Vestur sær eitt týðandi stig móti EB/Streymi. Men annars var tað EB/Streymur, ið var omaná í teimum trimum innanhýsis dystunum millum liðini í Betrideildini í júst farna kappingarárinum. EB/Streymur vann nevnliga hinar báðar dystirnar móti 07 Vestur.
Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er sostatt sjey stig til EB/Streym, og bert eitt stig til 07 Vestur.
Samlaða málúrtøkan gjørdist 5-3 til EB/Streym.
07 Vestur – EB/Streymur 3-3 (1-2) - 25. oktober
0-1: Kristian Svabo Eliasen (24.)
1-1: Jonathan Flensborg (27.)
1-2: Búi Egilsson (39.)
2-2: Nicolai Møller Dohn (55.)
3-2: Casper Gedsted Hansen (64.)
3-3: Mórits Heini Mortensen (77.)
EB/Streymur-07 Vestur 1-0 (0-0) - 31. mai
1-0: Kristian Svabo Eliasen (85.)
07 Vestur-EB/Streymur 0-1 (0-0) - 9. mai
0-1: Óli Poulsen (90.+)
Kelda: FaroeSoccer











