Skal man hava kommunulæknar í framtíðini??

Ja – tað er eingin ivi at skipanin við kommunulæknum er hornasteinurin í heilsuverkinum í Føroyum.

Vit vita frá donskum og altjóða gransking, at tað betrar heilsuna hjá borgarunum, tá vit hava ein lækna, vit kenna væl. Ein stór norsk kanning frá 2022 vísir, at tað er samanhangur millum hvussu leingi tú hevur havt sama kommunulækna og eina minking í tørvinum á læknahjálp uttan fyri vanliga arbeiðstíð við upp til 30%, minking í talinum av ikki planløgdum innleggingum við upp til 28% og minking í deyðiligheit við upp til 25%.

At hava ein fastan kommunulækna er sera týdningarmikið fyri heilsuna í sær sjálvum. Tað er tí avgerandi at vit fáa mannað allar viðtalurnar í Føroyum við føstum læknum. Tað eru í dag enn 7 út av 36 viðtalum í Føroyum, sum er mannaðar við skiftandi avloysarum. 

Broyting í samansetingini á føroyingum er ikki bert eitt framtíðarhugmynd – tað er ein menning, ið hevur verið í gongd í áratíggju. Og meðan talið av eldri og borgarum við fleiri sjúkum hevur verið skjótt vaksandi, hevur talið av kommunulæknum nærum staðið í stað. Seinastu 5 árini hevur Heilsutrygd latið 4 viðtalur upp afturat í Føroyum, tvær í Tórshavn, eina í Klaksvík og eina í Fuglafirði. Hetta er akkurát nokk at fylgja vøkstrinum í fólkatalinum. 

Vit verða eisini noydd at hyggja at um vit muga økja talið av kommunulæknum, so hvør einstakur kommunulækni hevur færri borgarar tilknýttar. Kommunulæknar skulu hava betri tíð til at loysa tær verandi uppgávurnar. Alt ov nógv uppliva, at teirra lækni ikki hevur nóg mikið av tíð, ella at teir skulu bíða ótolandi leingi, áðrenn teir kunnu sleppa frammat. 

Ein øking av læknatalinum er ein góð byrjan, men kommunulæknarnir skula eisini latast í til at taka tær uppgávurnar, sum fólkasamansetingin framvegis fer at føra við sær. Vit vita at tað verða fleiri eldri borgarar, fleiri borgarar við fleiri sjúkum samstundis og fleiri sálarliga sjúk. Kommunulæknar skulu fyribyrgja, uppdaga og viðgera sjúku og fyribyrgja minking í virkisføri hjá øllum, so tey í størst møguligan mun kunnu liva eitt sunt og virðiligt lív.

Framtíðin fyri kommunulæknaøkið í Føroyum er ein javnvág millum at varðveita tey mongu tingini, ið rigga væl – ikki minst týdningin av at hava ein fastan kommunulækna, sum kennir sínar sjúklingar – og at hugsa nýtt í mun til nýggjar avbjóðingar og tørvir.

 

Turið H. Johannessen, forfólk í kommunulæknafelag Føroya