Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, fer fríggjadagin at hava bráðfeingis fundir við Týskland og Frakland, har tey tosa um, hvat kann gerast fyri at "steðga drápinum" í Gaza og "tryggja, at fólk fáa tann matin, sum teimum harðliga tørvar".
- Líðingin og svongdin í Gaza er óbeskrivilig og óskiljandi. Støðan hevur leingi verið álvarsom, men hon er komin í nýggjar dýpdir og versnar. Vit eru vitni til eina menniskjaliga vanlukku, sigur Starmer í eini fráboðan.
Á fundinum fara tey trý londini at umrøða, hvat tey "bráðfeingis kunnu gera fyri at steðga drápinum og tryggja, at fólk fáa tann matin, sum teimum harðliga tørvar, meðan vit taka øll neyðug stig til at byggja upp ein varandi frið", leggur fráboðanin afturat.
Starmer mælir tli vápnahvíld millum Ísrael og palestinsku Hamas-rørsluna.
Harumframt skulu stig takast til at stovna eitt palestinskt ríki.
- Ein vápnahvíld fer at seta okkum á leiðina til viðurkenning av einum palestinskum stati og eina tvíríkisloysn, sum tryggjar frið og trygd fyri bæði palestinar og ísraelar, sigur bretski leiðarin.
Tað eru meira enn 21 mánaðir síðani, at Hamas leyp á Ísrael 7. oktober 2023. Her drap bólkurin umleið 1.200 fólk og tók umleið 250 onnur sum gíslar. Av teimum eru 49 enn í Gaza, men bert 20 verða hildin at vera á lívi.
Álopið elvdi til umfatandi stríð hjá Ísrael móti palestinska økinum.
Talið av deyðum í Gazageiranum nærkast 60.000, vísa nýggjastu tølini frá heilsumyndugleikunum í økinum, sum Hamas ræður yvir.
Millum teirra eru umleið 800 fólk, sum hava verið dripin av herinum síðani seinast í mai í eini roynd at bera neyðhjálp frá umstrídda Gaza Humanitarian Foundation (GHF).
Samstundis er Ísrael undir vaksandi altjóða trýsti fyri at loyva munandi øking av neyðhjálpini til tær meira enn tvær milliónir palestinar í Gaza.
Altjóða hjálparfelagsskapir ávara um eina nærverandi hungursneyð.
Ísrael og Hamas hava samráðst óbeinleiðis í Katar um at fáa vápnahvíld. Men higartil hava samráðingarnar ikki givið ítøkilig úrslit.
Ritzau/AFP