Um hálvgum tíggjutíðina í gjárkvøldið varð ein bilur raktur av steinum við Christianskirkjuna í Klaksvík. Bilførarin steðgaði, og tosaði við nakrar ungar dreingir, hann ikki kendi. Tað vísti seg, at tað vóru dreingir, sum steinaðu eftir bilum, sum koyrdu framvið.
Bilførarin segði løgregluni frá, men løgreglan fann ikki dreingirnar.
– Hetta skal tí vera ein áheitan á foreldur um at tosa við børn síni, sum ikki at gera slíkt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Í Leirvík varð beint áðrenn klokkan tvey í nátt boðað frá herverki á ein bil. Onkur hevur skorið annað framhjólið og annað bakhjólið upp og brotið síðuspeglið.
Løgreglan veit ikki, hvør ið hevur fram herverkið, men frættir fegin frá fólki, sum hava sæð eitthvørt.











