Tær á Tvøroyri halda fram har tær sleptu

5-mannafør kvinnur: Tjaldrið gav Firvaldi góða kapping á norðoyastevnu

Tað gekk sum eftir ánni at avgreiða kappróðurin á norðoyastevnu. Ættin var góð í Klaksvík, og hóast lotið í løtum var frískari, enn tað kanska varð roknað við, at tað fór at vera, so bilti tað ikki. Fyrireikingarnar vóru framúr góðar, og tað var ongantíð neyðugt við umstarti.

 

Einasta óhappið var, at Royndin Fríða úr Vági var óheppin, tá ið ein ár brotnaði í startinum, og báturin harvið ikki kom á mál.

 

Síðsti kappróðurin var millum 5-mannafør við kvinnum.

 

Tjaldrið legði bragdliga fyri, og Tjaldrið var fremst eftir startspurtin. So bjóðaði Firvaldur av álvara av, og fram ímóti endaspurtinum og í sjálvum endaspurtinum var firvaldur ein stóran skut frammanfyri og vann.

 

Í fjør var tað ikki fyrr enn fram ímóti kappingarloki at kvinnurnar á Firvaldi av álvara komu fyri seg. Tá vunnu tær á ólavsøku, og nú tað tað út til, at sama manning við sigri á norðoyastevnu beinanvegin í hesum kappingarárinum bjóðar av í FM kappingini.

 

Avrikið hjá Tjaldrinum var so mikið gott í dag, at tað kann gott vera, at tað verður spenningur um sigurin, tá ið tað um tvær vikur verður Sundalagsstevna í Kollafirði.

 

 

 

 

 

1 Firvaldur 05.23.26

 

2 Tjaldrið 05.24.39

 

3 Erla Kongsdóttir 05.31.25

 

4 Leikalind

 

5 Knúkur

 

6 Ingibjørg

 

7 Malunarhav

 

8 Kellingin

 

9 Blikur