Tað skrivar bretska blaðið The Times.
Sambært nýggju lógini verður tøgn frá einari moyggj, sum er komin í kynsbúning, tulkað sum samtykki til hjúnalag.
Frammanundan skuldu gentur vera í minsta lagi 16 ár fyri at kunna giftast, hóast undantøk kundu gevast við loyvi frá pápa ella dómara.
Nýggja lógin byggir á sunnimuslimska læru, sum sigur, at gentur kunnu metast kynsbúnar frá níggju ára aldri.
Horia Mosadiq, sum arbeiðir við kanningum av mannarættindabrotum, kallar lógina “eitt nýtt stig av ræðuleika” móti kvinnum í Afghanistan.
Taliban tók valdið aftur í Afghanistan í 2021, eftir at amerikanskar herdeildir fóru úr landinum. Síðani hevur rørslan hert nógv um avmarkingarnar hjá kvinnum og gentum.
Kvinnur hava millum annað fingið forboð móti hægri skúlagongd, arbeiði í fleiri geirum og at ferðast frítt á almennum støðum.
Sambært The Times ger nýggja lógin tað eisini nærum ógjørligt hjá giftum kvinnum at verða sundurskildar uttan samtykki frá manninum.









