Tóku dekk og órudd upp av botni

Í gjár var stórt ruddingararbeiði í gongd niðanfyri bryggjukantin í Vestmanna, har kavarar tóku dekk og annað upp av botni

 

 

Arbeitt varð framvið bryggjukantinum og nakað útfrá landi, og kavarar vóru á økinum til út á seinnapartin í gjár.

 

Í Vestmanna kommunu heittu tey á allar bátaeigarar um at vísa serligt varsemi, tá siglt varð í økinum.

 

- Í 2021 tók kommunan stig til at rudda gamla útgerð og tilfar upp av botni, sum hevði hópað seg upp ígjøgnum nógv ár.

 

Víst verður á, at fyrr var ikki óvanligt, at gamalt tilfar og restir vórðu slept á sjógv, tá umvælingar vóru framdar við bryggjuna.

 

- Eisini kom fyri, at órudd frá fyritøkum og privatfólki endaði her.

 

Hetta fekk kommunan av álvara at sanna, tá ruddað varð seinast.

 

- Millum tey mongu tonsini, sum vórðu tikin upp, var rampan frá gomlu ferjuleguni, umframt vanlig húsarhaldsútgerð, sum eitt nú ein handmiksari og ein ketil.

 

Í Vestmanna kommunu vistu tey í gjár at siga, at framvegis lógu fleiri dekk á botni, og ætlanin var at fáa tey øll upp í gjár.