– Tí litirnir hava frá fyrsta degi og alla leiðina verið mítt listarliga grundarlag, sigur Torbjørn Olsen, sum í dag fyllir 70 ár, í portrettsamrøðu í Sosialinum hetta vikuskiftið.
– Eg byrjaði at tekna sum flest øll onnur børn, tá ið eg var um 10-12 ára gamal, men tá ið hini so síðan løgdu blýantin frá sær, helt eg áfram at tekna. Ímeðan øll børnini spakuliga vuksu frá tekningunum og fóru til onnur áhugamál og ítriv, fann eg veruliga út av, at hetta skuldi vera mín yrkisleið. Ikki tí at eg longu tá skilti, hvat list var, ella hvørjar avleiðingar tað kundi fáa at velja hana, men tí at eg kendi ein stóran áhuga fyri tí.
Tað sigur Torbjøn Olsen, listamálari, í samrøðuni við Sosialin í sambandi við 70 ára føðingardagin:
Í nærum 60 ár hevur ein av mætastu listamálarum í føroyskari søgu livað við pensli í hond og gandað fram eyðkend landsløg, kvinnur, andlitsmyndir og altartalvur. Frá barnatekningum í Føroyum til læruárini í Keypmannahavn og framsýningar úti í heimi hevur listin verið ein fastur fylgisveinur. Nú fyllir hann 70 ár. Í samrøðuni setur Torbjørn Olsen sjálvur orð á eitt lív í litum – um arbeiðið, einsemið, ivasemið og tørvin at halda áfram
##med2##
##med3##
»Listin fylgdi mær eisini ígjøgnum persónligar kreppur. Hon hevur ikki altíð verið mítt livibreyð, men hon var altíð vegurin fram«
##med4##
Sum 70 ára gamal, kennir hann aldurin. Hann er framvegis væl fyri, men orkan er ikki tann sama sum áður. Hann kemur ikki so nógv út úr húsinum, sum hann sjálvur heldur, at hann burdi. Men listin er framvegis altíð til staðar. Tá hann ikki málar, eru málningarnir kortini í baksýninum.
Hann er framvegis í listarligari menning, men hann ivast hvønn veg hann skal fara; skal hann venda við og fara til tað naturalistiska ella fara heilt yvir í tað abstrakta? Hann veit tað framvegis ikki. Ivin er ein partur av arbeiðinum. Hann er sera kritiskur við seg sjálvan og óttast av og á, at hann ikki er komin longri, enn hann hevði vónað.
Hann lítur ofta aftur á 1980’árini sum eitt blomstrandi tíðarskeið. Tað var tá, hann kom nærri at finna seg sjálvan sum listamann. Samstundis kennir hann óttan fyri, at tíðin rennur, og at hann framvegis leitar. Men málningarnir hava hildið lívið í honum, og teir eru bæði arbeiði og tilvera hansara.
##med5##
##med6##
– Eg havi onga familju, ið eg skal taka mær av – bara meg sjálvan og listina. Eg spyrji meg sjálvan ofta, nær eg finni meg sjálvan. Tað havi eg enn ikki g jørt, og tað er mítt størsta stríð. Tá ið eg líti aftur á míni 70 ár, vóni eg, at okkurt verður eftir. Hvat tað er, veit eg ikki, og tað mugu onnur døma um; men um eg sjálvur skal seta orð á tað, so vóni eg, at fólk fara at minnast meg fyri litirnar. Tí litirnir hava – frá fyrsta degi og alla leiðina – verið mítt listarliga grundarlag sigur Torbjørn Olsen.
Brot úr samrøðu, sum kann lesast í Sosialinum hetta vikuskifti.
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##



































