Trump: USA fær tamarhald á Grøn­landi áðrenn 2029

Donald Trump sigur í nýggjari samrøðu, at USA fer at fáa tamarhald á Grønlandi, áðrenn hann fer úr Hvítu Húsunum.

Myndatekstur: Donald Trump sigur í einari nýggjari samrøðu, at Grønland verður undir amerikonskum tamarhaldi, áðrenn forsetaskeið hansara endar í januar 2029. savnsmynd

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur nú beinleiðis, at hann væntar, at Grønland verður undir amerikonskum tamarhaldi, áðrenn forsetaskeið hansara endar í januar 2029.

 

Tað sigur hann í einari samrøðu við sendingina Real America Voice.

 

Verturin, Steve Gruber, segði í samrøðuni, at hann hevði spátt, at Grønland fór at koma undir amerikanskt tamarhald, áðrenn Trump fór úr embætinum.

 

– Tað kanst tú vedda upp á. Um tú hevur veddað upp á tað, fert tú at vinna, svaraði Trump.

 

Hann legði aftrat, at Grønland hevur stóran strategiskan týdning fyri USA.

 

– Grønland er sera týdningarmikið úr okkara sjónarhorni – ikki úr sjónarhorninum hjá Danmark, segði Trump.

 

Donald Trump hevur fleiri ferðir fyrr sagt, at USA eigur at yvirtaka Grønland. Útsagnirnar eru fleiri ferðir vístar aftur bæði av grønlendskum og donskum myndugleikum, sum hava gjørt greitt, at Grønland ikki er til sølu.

 

Myndatekstur: Donald Trump sigur í einari nýggjari samrøðu, at Grønland verður undir amerikonskum tamarhaldi, áðrenn forsetaskeið hansara endar í januar 2029. savnsmynd